Fáa nú størri ávirkan á Klaksvíkar Býráð

- Eitt býráð í eini stórari kommunu, lurtar eftir fólkinum í smábygdunum

Nú verður lættari hjá teimum, sum búgva í Ánunum, at fáa síni sjónarmið fram í Klaksvíkar Býráð.

 

Í gjárkvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð nevniliga, at ein staðbundin nevnd skal veljast fyri Ánirnar, sum skal føra teirra áhugamál fram fyri Klaksvíkar Býráð

 

Tað eru 21 fólk, sum búgva í Ánunum, sum hava vent sær til býráðið við eini áheitan um at bygdin fær eina staðbundna nevnd.

 

Tað hevur Klaksvíkar býráð samtykt og tann fyrsta nevndin skal veljast longu í sambandi við býráðsvalið í heyst.

 

Tey, sum hava skrivað undir áheitanina vísa á, at bygdin Ánirnar er vaksin nógv seinastu árini, og við hesum gerast ynskini eisini fleiri, bæði til ymiskt á tekniska økinum og í samband við trivnaðin. Somuleiðis at tey eru næsti granni hjá stóru Norðhavnini.

 

Eisini vísa tey á, at á nýggjárinum fer Klaksvíkar kommuna at fevna um ein bý, tríggjar oyggjar og átta bygdir. Tí vildu tey hava býráðið at viðurkenna Ánirnar sum næststørstu bygd í kommununi og at geva borgarunum í Ánunum møguleika fyri at velja eina staðbundna nevnd.

 

Í teimum staðbundu nevndunum, sum eru í kommununi eru fimm limir, har borgararnir í bygdini velja tríggjar og býráðið velur ein. Tann fimti limurin er borgarstjórin, ið altíð er formaður.

 

Jógvan Skorheim borgarstjóri sigur, at staðbundnu nevndirnar eru sera hentar, tí mangan verða góð hugskot fostrað á fundum í teimum nevndunum - hugskot, sum annars aldrin høvdu sæð dagsins ljós, sigur hann.