Hondbóltssamband Føroya fær nú 800.000 krónur afturat til A-landsliðið monnum.
Fyrr í ár var landsliðið við ú undankappingini til kappingina um evropameistaraskapin, sum verður næsta ár.
Heimadystirnir hjá Føroym máttu spælast uttanlands, tí eingin høll er í Føroyum, sum lýkur krøvini til slíkar dystir, og sum sostatt er góðkend til endamálið.
Í hesum sambandi hevði Hondbóltssambandið rættiliga fitt av óvæntaðum útreiðslum, og tí hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum at nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Ítróttarsambandi Føroya 800.000 krónur afturat í ár.
Men peningurin skal markast til Hondbóltssambandið og játtanin verður latin fyri at lætta um fíggjarligu byrðuna - men hetta verður bara hesa ferð, og tað verður sostatt ikki ein afturvendandi játtan.
Peningurin verður tikin av játtanini til Listaskúlan á Sandi, tí har hevur einki virksemi verið í ár kortini.











