Fáa nú høvi at tosa um rúsdrekka og rúsevni

Tað fær stóran týdning fyri okkara rúsdrekkapolitikk og rúsevnapolitikk framyvir

Nú í vár fáa løgtingslimir høvi til at siga sína meining um, hvønn rúsdrekkapolitikk og rúsevnapolitikk, vit skulu hava framyvir.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at í næstum fer hon nevniliga at skipa fyri einum aðalorðaskifti í Løgtinginum um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk.

 

Aðalorðaskifti skal byggja á álitið rum rúsdrekka og rúsevnapolitikk, sum varð gjørt í juli 2015.

 

Tað var Karsten Hansen, táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, sum setti tað í verk, men stutt eftir varð løgtingsval, og síðani hevur ikki verið meiri gjørt við álitið.

 

Og tað heldur Sirið Stenberg er spell, tí hon sigur, at talan er um eitt valaverk við nógvum góðum tilmælum og staðfestingum í, og tískil er tað tikið fram aftur.

 

Í hesum sambandi verða spurningarnur eisini umrøddur, hvørja støðu, Rúsan skal hava, og um handlar skulu sleppa at selja rúsdekka ella ikki.

 

Tað hevur verið ein afturvendandi spurningur í feiri ár, men higartil hevur tað ikki vunnið frama.

 

Og her kann leggast afturat til stuttleika, at tað er ikki ungdómurin, ið vil hava rúsdrekka í handlarnar.

 

Málið varð nevniliga til viðgerar á Ungdómstinginum í fjør og tá tóku bara tríggir av øllum tinglimunum undir við at fáa rúsdrekka í handlarnar, og heili 22 tringlimir søgdu nei.

 

Tá ið uppskot eru løgd fyri Løgtingið, hava tey onkuntíð eisini víst til, at tað er í samsvari við samtyktir í ungdómstinginum og tað er brúkt sum grundgeving fyri, at Løgtingið eigur at samtykkja uppskotið.

 

Men tá ið málið um at selja rúsdrekka í handlunum, varð til viðgerar í Vinnunevndini hjá ungdómstinginum, var hon samd um at vísa tí aftur.

 

Verður rúsdrekka verður selt í matvøruhandlum, er vansin tann, at tey ungu fara lættari at freistast til at drekka rúsdrekka, tá ið tey verða eldri, halda tey í Ungdómstinginum.

 

– Slík broyting hevur eisini við sær, at rúsdrekka harvið verður gjørt vanligt, eins og aðrar gerandisvørur. Um so er, at rúsdrekka verður at metast sum ein gerandisvøra, er harvið vandi fyri, at miðalnýtslan fer at vaksa, og tað er júst miðalnýtslan, ið skal haldast niðri, var niðurstøðan í Vinnunevndini í Ungdómstinginum.

 

Og tey meta at veksur miðalnýtslan fer rúsdrekkanýtslan at veksa so líðandi, so at tað gerst ein stórur trupulleiki, eisini í samfelagnum.

 

– Verður Rúsdrekkasølu Landsins avtikin og sølan av rúsdrekka fer í matvøruhandlarnar, fer hetta at hava við sær, at tey ungu kunnu missa sítt arbeiði í handlum, tí kravið verður, at starvsfólkini skulu vera yvir 18 ár.

 

Hinvegin halda tey, at Rúsan eigur at verða gjørd tíðarhóskandi, soleiðis, at vøruúrvalið eigur at verða betri. Og Ungdómstingið heldur enntá, at rúsdrekkalógin eigur at verða broytt. soleiðis at øl bara kann keypast í Rúsuni, og sostatt ikki longur á bryggaríum.