Sunnudagin verður stóri innsavningardagurin hjá Barnabata. Talan er um fyrstu innsavning av hesum slag hjá Barnabata, har fólk fara at ganga hurð av hurð við bússum.
Umframt at peningainnsavningina kring alt landið, verður eitt sera spennandi tiltak í Norðurlandahúsinum, sum verður sent beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarp Føroya.
Á skránni á hesum fjølbroytta tiltaki verða nøkur av okkara bestu framførarum. Nevnast kunnu Lena, Jens Lisberg, Fríði T. Bjørgvin, Birita og Rókur frá Ungdómshúsinum Staðið, Jensina Olsen umframt skemt við Sjúrða Skaale og Robert McBirnie. Eisini verður eitt serligt innslag við Børnunum úr Frískúlanum í Havn undir leiðslu av Jensinu Olsen.
Vinnarin av stóru plakatkappingini hjá eg.fo verður kosin og vinnaraplakatin verður víst alment fyrstu ferð hetta kvøldið. og vinnarin fær handað gávukekk og annan vinning.
Á tiltakinum verður eisini varpað ljós á arbeiðið hjá felagsskapinum á tiltakinum við stuttfilmum og stuttum framløgum.
Endamálið við átøkunum er at kunna um týdningin av arbeiðinum hjá Barnabata og at savna pening inn til virksemið hjá Barnabata.