Fáa nógvan svartkjaft

Svartkjaftaskipini hava havt góðan fiskiskap vestan fyri Írland Tað hevur vignast væl hjá føroysku svartkjaftaskipunum í seinastuni. Í kvøld kemur Christian í Grótinum á Fuglafjørð við fullari last. Hendan túrin fingu teir 500 tons í einum háli.

Finnur Fríði var í Killybegs í Írlandi í gjár við fullari last, og Fagraberg var á Fuglafirði týsdagin. Eisini teir høvdu fulla last.

Skipini royna vestan fyri Írland. Veðrið hevur ikki altíð verið til vildar, men fiskiskapurin hevur verið góður, tá tað hevur viðrað at hava trolið úti.