Á seinasta fundi sínum, sum varð hildin fyri viku síðani, vóru tvey mál til viðgerðar, og sum bæði høvdu við henda skúlavøllin at gera: Fyrra málið var eitt tilboð uppá graslíki, og seinna málið ein eykajáttan til vøllin.
Bygdarráðið samtykti at taka við einum tilboði frá Ide Møblum, sum ljóðaði uppá 268.000 krónur uttan meirvirðisgjaldið.
Næsta mál á skránni var fíggingin. Samtykt varð við fyrstu viðgerð at góðtaka eina eykajáttan uppá hesa upphæddina. Nú verður skipað so fyri, at henda upphæddin verður tikin av likvidum.










