Seinastu vikurnar hava teir á MEST verið norðuri í Klaksvík og verið við til at skift motorblokkin á Norðborg. Arbeiðið hjá MEST gongur væl, og tíðarætlanin heldur.
– Arbeiði gongur væl og tíðarætlanin heldur, sigur Eivind Hansen, verkætlanarleiðari hjá MEST.
– Vit hava fingið gamla motorblokkin út, og verður nýggi motorblokkurin settur á fundamentið í skipinum í dag.
Arbeiðið byrjaði fyrst juli og hava eini sjey mans verið við í toyminum hjá MEST í Norðhavnini í Klaksvík og arbeitt miðvíst við at fáa gamla motorblokkin úr Norðborg – og fáa nýggja motorblokkin settan á fundamentið í skipinum. Í ávísum pørtum av arbeiðinum vóru fólk frá KSS eisini við í MEST toyminum. Talan er um ein Bergen Diesel motor, sum er góðar 8000 HK til støddar og vigar 29 tons.
##med2##
Arbeiðið hevur snúð seg um at skera hol úr maskinrúminum fram í undirlast og síðani upp í yvirlast. Stórir skinnarar og koyribanar vóru síðani lagdir í skipið sum berandi stálkonstruktiónir. Eisini var neyðugt at byggja tveir gálgar fyri at lyfta blokkin upp í yvirlastina. Til seinast var hol skorið í skipssíðuna á Norðborg, og gamli motorurin fingin út gjøgnum síðuna.
Seinastu dagarnar hevur toymið so fingið nýggja motorblokkin, sum vigar 29 tons, inn í skipið, og verður seinasta hond nú løgd á verkið, nýggi motorblokkurin er settur endaligt niður á fundamentið í skipinum á middegi í dag.
##med2##
– Samstarvið millum MEST og KSS hevur gingið væl, og vóna vit, at endaliga verkætlanin verður loyst til tíðina. Fyri at fáa slíkar avbjóðandi verkætlanir at eydnast er neyðugt við neyvari tilrættaleggjan og fyrireiking av arbeiðinum – ikki minst tá tað snýr seg um trygdarviðurskiftini, sigur Eivind Hansen, Verkætlanarleiðari á MEST, í tíðindaskrivi frá MEST.
Samlaða verkætlanin verður væntandi liðug síðst í august so at Norðborg kann koma aftur til fiskiskap.
##med4##
##med5##
##med6##