Maibritt Holm Andersen, lærari, er leiðari fyri Alv-skúlan við Áir.
Vit spyrja hana, hvat tey gera øðrvísi enn fólkaskúlin.
- Vit brúka ikki øðrvísi frálæruhættir sum so. Men hjá okkum hava næmingarnir tíð og umstøður at fara í dýpdina, og vit taka støðið í einstaka næminginum, sigur hon.
Persónlig menning
Eisini greiðir hon frá, at stórur partur av uppgávuni hjá skúlanum er at stuðla næmingunum persónliga, so teir fáa álit á seg sjálvar og førleikar sínar.
- Vit brúka nógv tíð uppá at fylgja við og at peppa næmingarnar upp, sigur Meibritt Holm Andersen, sum forklárar, at seinastu árini er talið av næmingum hækkað. Í løtuni ganga 33 næmingar í skúlanum.
Nútímans tøknin verður eisini í alt størri mun tikin við í undirvísingina. Eitt nú verður rættstavarin til telduna brúktur til næmingar, sum hava ilt við at stava.
Vón í myrkrið
Meibritt Holm Andersen greiðir frá, at skúlin er fyri vaksin fólk, sum av einhvørjari orsøk hava tørv á at fáa endurútbúgving. Til dømis aftaná vanlukku ella av sosialum orsøkum.
Tað ber til at búgva á skúlanum. Næmingar, sum verða vístir til skúlan gjøgnum Almannastovuna, hava fyrsta rætt, men onnur kunnu eisini søkja inn á skúlan. Hesi fáa tá vanligan lestrarstuðul.