Sparkivøllur
Nú fáa eisini børn og vaksin í Lopra munandi betri umstøður at sparka fótbólt.
Bygdaráðið hevur nú samtykt at gera sparkivøll í Lopra og Niclas Hentze, borgarstjóri, sigur gongst sum ætlað, er vøllurin liðugur seinast í apríl.
Her er talan um ein av teimum sparkivøllunum, sum fótbóltssambandið í Evropa, UEFA, hevur latið ein hóp í alskyns limalondum fyri at menna fótbóltin.
Hesir vøllir síggjast eisini víða hvar í Føroyum, bæði á stórum plássum og á smáplássum.
Í Lopra verður vøllurin lagdur á eitt stykki, sum bygdarhúsið eigur og tað er tætt við húsið.
- Bygdarhúsið hevur lovað okkum, at vilja vit gera ein sparkivøll á stykkinum, skal Kommunan fáa tað fyri einki, so tað er ikki eiti á vælvild, sigur borgarstjórin.
Hetta er eisini eitt tilboð, sum bygdaráðið hevur tikið av og í næstum fer kommunan at skipa fyri, at gera stykkið klárt at leggja vøllin á.
Tað er eitt arbeiðið, sum kostar kommununi 250.000 krónur og um miðjan apríl kemur fólk frá UEFA at leggja graslíki á.