Fáa nú at vita um Hoydalar skulu rívast niður

Kunnu hølini brúkast, eru nógvir møguleikar

 

Í næstu framtíð fáa vit greiðu á, um gomlu skúlabygningarnir í Hoydølum standa til at bjargast, ella um teir skulu rívast niður.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í Mentamálum. Landsverk og Selmer Nielsen, arkitektur, sum eru í ferð við at gera eina nágreiniliga støðumeting av skúlabygningunum, sum umfata sjálvan skúlan, fimleikarhøllina og auluna.

Tað er greitt, at bygningarnir eru í ringum standi, men í næstum fær landsstýrismaðurin eina støðumeting, sum vísir, hvussu støðan í roynd og veru er,

Vandi er fyri, at niðurstøðan er, at bygningarnir eru í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at umvæla teir.

– Er tað niðurstøðan, verða teir heldur ikki tiknir í brúk, tí so verða teir tiknir niður - og so fyriliggur ein heilt nýggj støða, sigur Jenis av Rana.

Men vísir tað seg, at bygningarnir kunnu brúkast, eru nógvir møguleikar. Men landsstýrismaðurin vil ikki siga, hvat hann hugsar um.

– Men tað er gravgangur eftir at fáa bygningarnar, sigur hann. Og hann heldur, at tað er ein tvørsøgn í hesum tí Glasir varð bygt, og nømingarnir vórðu fluttir úr Hoydølum, tí har var ikki verandi, men nú er kortini gravgangur eftir bygningunum, sigur hann.

Hann sigur, at kortini liggur fast, at listafólkasambandi, Lisa, leigar gentukostdeildina, sum fór illa av eldi fyri nøkrum árum síðani, og sum sostatt er hevur fingið stórar ábøtur.

Tað er eisini greitt, at gamli sanatorii-bygningurin, har dreingjakostdeild og kantina var, verður friðaður, sigur Jenis av Rana.