Ferðavinnan í Ný Sælandi hevur góðar dagar, nú fyrsti filmurin í eini trírøð um Hobban verður sýndur kring allan heimin.
Fyrsti filmurin, sum hósdagin varð frumsýndur kring heimin, er fyri stóran upptikin har norðuri á Ný Sælandi, og ferðavinnan í Ný Sælandi ger sær dælt av hesum við stórum lýsingaátøkum, sum skulu draga ferðafólk til landið.
- Vit ætla sjálvandi at nýta hendan møguleikan at promovera Ný Sæland til tær hundraðtals milliónirnar av fólki, sum fara at síggja filmin, sigur Kevin Bowler, sum er ferðavinnustjóri í Ný Sælandi, við miðlarnar.
Og líkt er til, at lýsingaátøkini fara at gera mun.
Roknað verður við, at bara í ár fara 150.000 fólk at leita sær til býin Hobbiton, har upptøkurnar eru gjørdar, og ein meting vísur, at Ný Sælandi fer at fáa meira enn tvær miliardir krónur um árið burtur úr ferðavinnu, sum hevur tilknýti til filmarnar um Hobban.
Peter Jackson er leikstjóri av nýggju filmsrøðini. Fyrsti filmurin er júst frumsýndur, næsta ár kemur annar partur í røðini, og í 2014 kemur triði filmurin.
Filmarnir byggja á bókina hjá J.R.R. Tolkien, sum eisini er týdd til føroyskt. Axel Tórgarð týddi søguna um Hobban, sum er frá 1937, til føroyskt.