Tú noyðist at kenna sexsjúkurnar fyri at kunna verja teg ímóti teimum. Tú hevur óivað eina rúgvu av spurningunum, og Planet.fo hevur funnið fram seks týdningarmikil ting, tú eigur at vita um sexsjúkur.
Áðrenn tú fært vart teg ímóti nøkrum, noyðist tú at vita, hvat tað er. Kynssjúkur eru einki at spæla við, og tað er ikki serliga feitt, tá ein sexpartnari ringir til tín og sigur, at tú møguliga hevur fingið eina kynssjúku frá honum. Planet.fo hevur funnið eina lítla mini-guide á bazaronline.dk.
Hvussu verji eg meg sjálva?
Har eru bara tveir møguleikar: hýta ella einki sex ? eisini tá ið tað kemur til oralsex.
Er slíðrasoppur (skedesvamp) ein sexsjúka?
Nei! Tað er ein ójavnvágur í PH-virðinum í móðurskeiðini (vagina). Sjúkueyðkenni eru: Hvítt, kornutt og luktfrítt útflot. Mongdin er einkisigandi.
Um súrheitin í móðurskeiðini broytist, kemur ójavnvágur í mikroorganismunum. Hetta avleiðir eitt gott umhvørvi hjá Candidassoppunum at liva í. Hetta kann henda, tá ein tekur pencilin, er í homornviðgerð, hevur sukursjúku, brúkar sápu, gongur í strømmum klæði, er upp á vegin, hevur menstruatión ella eina veika imunverju. Hesin soppurin smittar ikki.
Kunnu menn smittast av kynssjúkum?
Ja! Um hansara kynsgøgn síggja løgin út, ella um hann hevur eitt munnsár, skalt tú vera varin. Tað er altíð eitt gott hugskot at fara til lækna ? bara fyri at vera vísur.