Tórshavnar býráð fer á fundinum í kvøld at viðgera málið um, at matstovur og caféir í Havn servera uttandura.
Nú skulu skipaðar reglur gerast fyri hesa útiservering.
Higartil hevur kommunan onga reglugerð havt, og hvør umsókn er viðgjørd einsæris.
Tað er eitt sindur ymist í øðrum londum og býum, hvussu langt út á kvøldið matstovur og kaféir hava loyvi at servera opið.
Uppskotið til reglugerð hevur verið til hoyringar hjá áhugabólkum, og viðmerkingar eru komnar frá Ferðavinnufelagnum, Loyvisnevndini, málsviðgera á loyvisdeildini hjá politinum, Brunaumsjón Landsins og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Eingin setur seg upp ímóti, at matstovur og kaféir servera uttandura.
Eitt sindur ymist er, hvussu langt út á kvøldið, tey halda at tað skal vera loyvt.
Kommunan leggur upp til á midnátt, og ferðavinnan kundi hugsað sær til klokkan 2 ella 3 um náttina.