Landsstýris- og tingfólk eiga at møta
Tá munnligir fyrispurningar verða settir á Løgtingi, eiga spyrjari og tann, ið svara skal at møta. Einki annað kann góðtakast. Løgtingsins tign skal virðast. Spurnartekin kann tí neyvan setast við tilburðin, tá løgtingsformaðurin sleit tingfundin mikudagin í samband við, at uppmøtingin ikki var í lagi.
Løgmaður, sum annars altíð er neyvur í uppmøting, gjørdi tí eisini rætt, tá hann harmaðist tilburðin og bað um umbering.
Tingformaðurin niðurlegði ikki tingfund, hóast Torbjørn ikki møtti
Næstseinast munnligir fyrispurningar vóru fyri á Løgtingi, mikudagin tann 18.11.2009, kom stígur í tingarbeiðið góða løtu. Torbjørn Jacobsen, partamaður Hergeir Nielsens, var ikki møttur, tá fyrispurningur hansara um heilsutrygd, til landsstýrismannin í heilsumálum, skuldi svarast.
Tingfundurin varð ikki niðurlagdur í skundi, eins og tá løgmaður ikki var møttur. Tingformaðurin gav sær hesaferð góðar stundir, soleiðis at onkur floksfelagi Torbirnar og Hergeirs fekk kannað, um spyrjarin fór at møta.
Úrslitið var, at annars altíð atfinningarsami tingmaðurin ikki møtti. Men tá góð løta var umliðin setti annar tinglimur í Tjóðveldi spurningin til landsstýrismannin í heilsumálum og orðaskiftið helt fram, sum um einki var á vási, tíansheldur fall nøkur ábreiðsla.
Øll eiga somu viðferð?
Tað er skot fyri bógvin í arbeiðnum at varðveita Løgtingsins tign, um ikki øll landsstýris- og tingfólk, óansæð politiskan lit, fáa somu viðferð og kor at virka undir frá løgtingsformanninum. Hann hevur valdið og skal tí vera ímynd tignarinnar í Løgtinginum.
Vónandi fekk løgmaður somu tíðarfreist og sømdir annars á orrustutingfundinum 2. desember, soleiðis sum tjóveldistingmaðurin fekk 18. november!
Skal virðingin fyri Løgtingi og tingarbeiði varðveitast, er sera umráðandi, at landsstýris- og tingfólk, sum skulu á røðarapallin, møta og annars halda góðan tingsið. Somuleiðis hevur tað alstóran týdning, at løgtingsformaðurin gongur undan í allari tignarligheit. Hann má á ongan hátt nýta formanssessin í partapolitiskum spæli. Tvørturímóti eigur hann at leggja doyin á í royndini at geva øllum, ið starvast á Løgtingi, óansæð politiskan lit, somu sømdir.
Við vón um at so er!