Nýtt grafikkfelag er stovnað, har limirnir millum annað fáa grafisk listaverk fyri limagjaldið. Nýggja grafikkfelagið, »Steinbrá«, er sjálvstøðugt áhugafelag, og hevur sum endamál at stuðla virkseminum í Steinprenti, Grafiska Verkstaði Føroya, sum heldur til í søguligum hølum á Skálatrøð í Havn.
Har kunnu limir eisini síggja grafisk listaverk, sum tey kunnu velja sær afturfyri árliga limagjaldið, sum er 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri fyritøkur, virkir og líknandi.
Limirnir kunnu sjálvir gera av, hvat verk tey vilja hava fyri sítt limagjald. Tó kann tað koma fyri, at okkurt prentupplag er undantikið hesi reglu.
Hartil fáa limirnir eitt grafiskt prent í gávu í sambandi við árligu framsýningina »Myndaódnin« hjá Steinprent.
Á stovnandi aðalfundinum í Steinbrá herfyri var trímannanevnd vald, sum eftir fundin skipaði seg soleiðis: Birgir Kruse, formaður, Bárður Jákupsson, skrivari og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, kassameistari. Eykalimur er Kinna Poulsen. Grannskoðarar eru Heri Mørkøre og Kjartan Kristiansen.