Fáa lærdóm ígjøgnum luftina

Fjarundirvísing ígjøgnum alneti? ger, at ta? nú ber til at at lata studentar í Íslandi og studentar í Føroyum fylgja tí sama skei?num

 

Ta? er ein sannroynd at tann n?ggi teknikkurin gevur okkum heilt n?ggjar møguleikar á nógvum økjum.

Men teknikkurin nyttar onki, uttan so, at hann ver?ur brúktur.

Eisini innan útbúgving og gransking kann alneti? fáa ómetaligan t?dning.

Hetta hevur Fró?skaparsetri? ásanna? og ta? er longu fari? undir eitt forvitnisligt tiltak, sum ber í sær, at ta? ber til hjá studentum í Føroyum og studentum í Íslandi at fylgja vi? í sama skei?i.

Ta? er Náttúruvísindaliga deildin á Fró?skaparsetrinum, sum er fari? í samstarv vi? Háskóla Íslands um útbúgvingina til ravmagnsverkfrø?ing.

Hetta samstarvi? ber í sær, at ta? ber til hjá teimum, sum lesa til ravmagnsverkfrø?i í Føroyum, og teimum, sum lesa til ravmagnsverkfrø?i í Íslandi at fylgja vi? í teimum somu skei?unum.

Á Náttúruvísindadeildini í Havn ber til at lesa til verkfrø?i í olju og í ravmagni.

Fyribils er ta? eitt skei? um elorkuskipanir, sum Fró?skaparsetri? og Háskóli Íslands nú eru felags um.

Magnus Danielsen, professari í elverkfrø?i á Náttúruvísindaligu deildini í Havn, sum stendur fyri útbúgvingini til ravmagnsverkfrø?ing, sigur, at hetta er eitt dømi um, at ta? ber væl til at brúka felags lærarar til ymsar útbúgvingar, hóast undirvísingin annars er í hvør sínum landi.

Hann sigur eisini, at ta? er ney?ugt hjá Fró?skaparsetrinum at brúka gestalærarar uttan ífrá, tí lærarar eru ikki á setrinum til ymsar serlærugreinar.

Og í sambandi vi? skei?i? um elorkuskipanir er ta? altso Egill Hreinsson, professari á Háskóla Íslands, sum eisini undirvísir studentunum í Føroyum.

Ein stórur partur av hesi undirvísingini fer fram um alneti?, har studentarnir í Føroyum kunnu taka fyrilestrar, tekningar o.a. tilfar frá honum, ni?ur av netinum.

Annars er hann eisini í Føroyum av og á og heldur fyrilestur.

Men samstarvi? gongur eisini hinvegin, tí samstundis er ta? Benadikt Joensen, verkfrø?ingur í Føroyum, sum stendur fyri uppgávurokningum og laboratoriuvenjingunum, til hetta saman skei?i?, bæ?i hjá studentunum í Føroyum og í Íslandi.

Eisini ta? fer fram um alneti?.

Magnus Danielsen sigur, at hetta er eitt skei?, sum eisini hevur áhuga fyri verkfrø?ingar.

Á hesum skei?inum hava verkfrø?ingar hjá SEV veri? vi?.

Hann sigur, at seinni er ta? ætlanin at skipa undirvísinginina um alneti? sum ljó?undirvísing.

? Hetta er ein undirvísingarháttur, sum mennist alla tí?ina og máli? er at skipa ta? solei?is, at ta? ber til hjá studentunum bæ?i í Føroyum og í Íslandi at fylgja beinlei?is vi? í fyrilestrum og undirvísingini.

Magnus Danielsen sigur, at so hvørt teir fáa fleiri royndir á hesum øki, fer hesin undirvísingarháttur uttan iva eisini at ver?a brúktur í ø?rum útbúgvingum á Fró?skaparsetrinum.