Fáa líka nógva inntøku næsta ár

Feskasta inntøkumetingin hjá fíggjarmálaráðnum vísir, at inntøkan hjá Landskassanum av skatti og avgjøldum fer ikki at fella næsta ár

Fíggjarpolitikkur

Næsta ár fer landskassin at fáa líka stórar inntøkur av skatti, sum hann fær í ár.
Tað vísir nýggjasta inntøkumetingin hjá Fíggjarmálaráðnum.
Nú seinasta hond verður løgd á fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fingið eina heilt feska inntøkumeting frá Fíggjarmalaráðnum um búskaparligu útlitini næsta ár.
Metingin vísir, at næsta ár verða landskassans inntøkur av skatti, mvg og øðrum avgjøldum, eins stórar, sum tær eru í dag.
Metingin vísir enntá, at inntøkurnar fara at vera 14 milliónir hægri næsta ár, enn tær eru í ár.
Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er bæði gott og ringt.
? Tað góða í hesum er, at vit fáa ikki nakra beinleiðis afturgongd í búskapinum, sum mong annars hava stúrt fyri. Og tað er sjálvsagt at fegnast um, at inntøkurnar hjá landskassanum ikki fara at fella meiri.
? Sostatt vísir metingin, at teir døpru spádómarnir, sum hava verið frammi um føroyska búskapiin, fara tíbetur ikki at halda.
Men hinvegin er tað sjálvandi einki serligt, at ongin framgongd er og at búskapurin ikki veksur, men stendur ístað.
Hann sigur, at tá ið metingin vísir, at inntøkan hjá landskassanum stendur í stað, skal tað eisini havast í huga, at lønirnar fara at hækka eini 4% næsta ár.
? Sostatt merkir inntøkumetingin ikki, at arbeiðsloysið ikki fer at veksa. Inntøkumetingin vísir, at lønarhækkingin førir við sær, at tað almenna fer at fáa líka stóra intøku næsta ár, hóast arbeiðsloysið veksur eitt sindur.
Hann sigur, at ein orsøk til, at inntøkurnar ikki fella meiri, er, at fiskivinnan metir, at fiskaprísirnir fara ikki at fella meiri.

Høgga ikki bremsurnar í
Tí verður tað framvegis neyðugt at føra ein ógvuliga varnan figgjarpolitikk.
Men landsstýrið ætlar ikki at høgga bremsurnar í fyri at spara.
Aðalráðini hava fingið boð um at spara 10% av ætlaðu lønarútreiðslunum í sjálvari miðfyrisitingini næsta ár.
Hetta er ein sparing uppá sjey milliónir og Bárður Nielsen sigur, at tíverri slepst ikki undan, at nøkur missa starvið.
Tað hevur verið nevnt, at eini 15-20 fólk fara at missa starvið av hesum. Men fíggjarmálaráðharrin væntar, at tey verða heldur færri.
? Nøkur fara av natúrligum orsøkum, antin tí at tey fella fyri eftirlønaraldrinum, ella tí at tey skifta starv, og onnur fara at arbeiða niðursetta tíð.
? Spurningurin er, hvussu langt vit koma við tí. Heilt undan uppsagnum sleppa vit neyvan, men eg vænti ikki, at talan verður um 15-20 uppsagnir, sigur hann.
Afturfyri sparingunum í miðfyrisitingini ætlar landsstýrið at føra ein arbeiðsskapandi fíggjarpolitikk á øðrum økjum.
Tað merkir, at landið fer at gera stórar útbygggingar næstar ár fyri at hjálpa til samfelagshjólini framvegis fara at mala nøkunlunda skjótt, so at afturgongdin skal merkjast so lítið sum gjørligt.
Av tí at fíggjarlógin ikki er liðug enn, vil hann ikki útgreinað tað í smálutir. Men hann sigur, at ætlanin er at seta nógvan pening av til miðnámsskúla og tunnilsgerð í Suðuroy, umframt skal nógv setast av til ábøtur á Landssjúkrahúsinum.
Tað eru serliga hesar tríggjar útbyggingarnar, sum verða raðfestar næsta ár.
Samstundis verður eldraøkið raðfest frammaliga.
?Fleiri sambýli, sum eru í gerð kring landið, verða liðug nú og næsta ár.Og tey eru rættiliga starvsfólkakrevjandi, so har verður brúk fyri fitt av pengum til starvsfólk.
Um tunnil til Viðareiðis er við í fíggjarlógini, vil hann ikki siga nakað um.
? Men samanumtikið ætla vit at føra ein fíggjarpolitikk sum fer at føra við sær, at sum heild fer tað almenna ikki at fáa brúk fyri færri starvsfólkum næsta ár- heldur fer tað almenna at skapaarbeiði til fleiri hendur næsta ár, enn tað ger í dag, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Hvussu fíggjarlógin fyri næsta ár annars sær út, vil hann heldur ikki siga.
Men tað er í hvussu so er greitt, at hon fer at geva hall.
Hann hevur áður sagt, at landstýrið miðjar eftir, at næsta ár skal hallið á fíggjarlógini ikki vera størri enn tað er í ár og tað stendur hann framvegis við.
Í ár verður hallið á fíggjarlógini góðar 200 milliónir.