Javnaðarflokkur heldur, at tey, sum vegna rúsdrekkakoyring hava mist koyrikortið í 3 ár ella meira, skulu hava møguleika at fáa koyrikortið aftur, um tey hava yvirhildið eina eftiransaða viðgerð móti rúsdrekkamisnýtslu.
Tískil hevur Javnaðarflokkurin lagt fyri tingið uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu. Uppskotið kemur til fyrstu viðgerðar á tingfundinum í dag.
Javnaðarflokkurin vísir í viðmerkingunum til uppskotið á, at vónin er, at viðgerð í staðin fyri fangahús og afturútvegan av koyrikortinum við ávísum treytum skal hava við sær færri endurtøkur av rúsdrekkakoyring hjá sama bilførara. Tí hevur flokkurin lagt fram uppskot um at broyta stykki 2 í grein 59e í ferðslulógini, so hon verður soljóðandi:
»Er koyrirætturin frádømdur vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur leggjast fyri dómstólarnar, tá helvtin av frádømingartíðini - tó í minsta lagi eitt ár - er fráliðið. Um koyrirætturin í sovorðnum førum er frádømdur fyri allar tíðir, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur í fyrsta lagi leggjast fyri dómstólarnar, tá ið 5 ár av frádømingartíðini eru fráliðin. Koyrirætturin kann einans fáast aftur, um viðkomandi í minst 1 ár frammanundan, at málið verður lagt fyri rættin, hevur yvirhildið eina eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.«