Fáa ókeypis parabol frá býráðnum í Havn

?Tað fer at kosta millióna upphædd at byggja út so at Rás Tórshavn eisini sæst í Syðradali, Norðadali og í Kaldbaksbotni. Ístaðin fyri fáa fáa tey nú hvør sína parabol frá býráðnum fyri onki

 

Rás Tórshavn


Nú fer Tórshavnar Býráð at geva hvørjum húski í Syðradali, Norðadali, á Sundi og í Kaldbaksbotni hvør sína parabol-fyri onki.

Somuleiðis fara nøkur húski í Kollafirði helst eisini at fáa hvør sína parabol frá Býráðnum fyri onki

Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at hetta verður gjørt fyri at fólkið í hesum partinum í kommununi eisini skulu fáa somu møguleikar sum hinir borgararnir í Kommununi at síggja Rás Tórshavn.

Hann sigur, at tey, sum búgva í Syðradali, Norðadali, á Sundi og í Kaldbaksbotni eru borgarar í kommununi sum øll onnur og tí eiga tey eisini at fáa somu møguleikar og tilboð frá kommununi, sum øll hini fáa.

? Men kanningar hava víst, at skulu tey bindast í Rás Tórshavn, so at tey síggja rásirnar, sum har verða vístar, fer tað at kosta kommununi eina millióna upphædd, sigur Jan Christiansen.

Tí er tað nú gjørt av, at ístaðin fer kommunan at lata hvørjum húski í hesum smáplássunum hvør sína parabol.

? Hetta er ein loysn, sum kostar kommununi einar 75.000 krónur.

Borgarstjórin sigur, at hendan loysnin ber í sær, at hvørt húski fær alla útgerðina, sum skal til, tvs, parabol, móttakara og at alt verður sett upp og riggað til so at tað virkar.

Harafturat fær hvørt húskið eitt parabolkort frá býráðnum.

Men so skal hvørt húski sær sjálvt gera av, hvørjar rásir tey vilja síggja, tí tey koma sjálvi at gjalda fyri tað, tey síggja.

Jan Chrsitiansen sigur, at ætlanin er at gera ein sáttmála ímillum hvørt húski og kommununa, har tað stendur, at parabolin verður knýtt at matrikkulnummarinum.

? Tað merkir, at um eitt húski flytir, kunnu tey ikki taka parabolina við sær. Parabolin verður ogn hjá Tórshavnar Kommunu og hon skal skal verða verandi í húsunum.

Hvørt húski hevur stutt síðani fingið eitt tilboð frá kommununi um at fáa parabol, men enn er ikki gjørt av, hvussu nógv taka av.


Eisini í Kollafirði

Jan Christiansen sigur, tað eru eisini partar av Kollafirði, sum ikki síggja Rás Tórshavn, sum er.

Tá ið Kollafjørður legði saman við Tórshavnar Kommunu, var tað ein partur av avtaluni, at tey í Kollafirði eisini skuldu fáa møguleika at síggja Rás Tórshavn.

Síðani er støð sett upp á Hjallnesi og hon røkkur til meginpartin av bygdini.

Men enn eru partar av bygdini, tann innasti parturin í dalinum og ein partur av Oyrareingjum, sum kortini ikki síggja Rás Tórshavn.

Borgarstjórin sigur, at í løtuni arbeiðir Býráðið fyri at finna útav, hvussu hesi húski eisini kunnu koma at síggja Rás Tórshavn.

?Men tað er greitt, at skulu tey síggja Rás Tórshavn, fer tað eisini at kosta eina milliónaupphædd og tað er lítið hugsandi, at tað verður brúkt so nógvur peningur upp á tað.

?Spurningurin er so, um tey fara at fáa sama tilboð, sum hini húskini í útjaðaranum í kommununi, ella um onkur onnur loysn verður funnin, sum er bíligari. Tað er ikki heilt greitt enn, sigur Jan Christiansen.

Í øllum førum væntar hann, at alt verður avgreitt í heyst so at tey hava fylgissveinasjónvarp at stytta sær stundir við í vetur.





?