Íslendski bispurin, Karl Sigurbjörnsson, hevur boðað frá, at hann fer úr embætinum næsta ár, og líka síðani fráboðan hansara hava røddir verið frammi um at fáa eina kvinnu í tað ovasta embætið í íslendsku kirkjuni. Ísland hevur sum kunnugt havt kvinnu í forsetaembætinum og hevur í løtuni eina kvinnu sum forsætisráðharra. Tí halda fleiri, at tíðin er komin, til at íslendska kirkjan fær eina kvinnu í tað ovasta embætið.
Enn hevur eingin boðið sær til at taka við eftir Karl Sigurbjörnsson, men fleiri kvinnuligir prestar eru nevndir í fjølmiðlunum sum møgulig bispaevni.
?Umleið 500 fólk skulu velja tann næsta íslendska bispin.










