Íslendingar gingu undan við at velja sær eina kvinnu til forseta, nú hava teir eina kvinnu í forsætisráðharrastólinum, og í summar fáa teir høvi til at velja sær eina kvinnu til biskup.
Tað er greitt, eftir at presturin í Bolungarvík, Agnes M. Sigurðardóttir, hevur boðað frá, at hon eftir áheitan frá fleiri hevur gjørt av at stilla upp til biskupsvalið.
Tað er samstundis greitt, at val verður, tí í gjár kunngjørdi Þórhallur Heimisson, sóknarprestur á Hafnarfirði, at hann er valevni til biskupsvalið í summar.
Núverandi biskupurin í Íslandi eitur Karl Sigurbjørnsson. Pápi hansara, Sigurbjørn Einarsson, var íslendskur biskupur í mong ár.









