Fyri stuttum fekk ALS áheitan frá svenskari fyritøku um at finna ungar føroyingar at koma í starv hjá deildum hjá fyritøkuni, ávikavist í Svøríki og Danmark.
Tað ljóðaði, at talan var um eitt ógvuliga spennandi størv, men stjórin á ALS sigur, at talan er um eitt telefonseljaraarbeiði. Fyritøkuni nýtist 60 fólk, ið skulu sita við telefonina og selja telduútbúnað dagin langan.
? Hetta kann ikki metast sum nakað spennandi arbeiði, men tað er uttan iva ein møguleiki hjá ungum fólkum, ið ynskja at sleppa burtur heimanifrá eina tíð, sigur Elisabeth Gaardbo, stjóri á ALS.
Norðurlendskt samstarv
Tað hendir seg javnan, at ALS fær tilboð frá fyritøkum úti í heimi - serliga úr Norðurlondum - um arbeiðspláss. Orsøkin til hetta er, at ávísingarnar í kenna til føroysku arbeiðsávísingina, ALS, gjøgnum norðurlendskt samstarv.
Sum skilst á Elisabeth Gaardbo, er tilboðið um tey 60 størvini á svensku KT fyritøkuni eisini sent arbeiðsávísingum í øðrum londum. Men leiðarin á ALS sigur, at føroyingar kortini hava góðar møguleikar at fáa starv hjá fyritøkuni, tí føroyingar duga ógvuliga væl mál, og er hetta týdningarmikið í slíkum starvi.
Hava sent tilboðið út
? Vit hava sent arbeiðstilboðið út til fólk, ið hava tørv á atbeiði. Við arbeiðstilboðnum fylgir eitt umsóknarblað at fylla út. Hetta kunnu tey so senda okkum ella beinleiðis til fyritøkuna
Elisabeth Gaardbo greiðir frá, at arbeiðsloysisskipanin umframt at veita arbeiðsleysum pening, eisini virkar sum ein arbeiðsávísing, og tí senda tey ákheitanirnar frá fyritøkum út til fólk, ið hava tørv á arbeiði.
Talið av arbeiðsleysum í Føroyum liggur nú í einari fastari legu á umleið 800 fólk.










