Føroyski búskapurin koyrir við fullari ferð, og Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum dugir ikki at síggja, at nógvir møguleikar eru eftir at troyta í Føroyum í løtuni. Ikki er nokk av arbeiðsmegi í Føroyum, og tann trupulleikin ger, at tað ber ikki til at vaksa um búskapin munandi.
– Vit brúka so at siga allar tær resursur, sum vit hava. Har eru so at siga eingi arbeiðsleys í Føroyum. Búskapurin koyrir so skjótt, sum hann kann, sigur Djóni Højgaard og leggur aftrat, at tað tí kann vera torført at síggja, hvussu vit brádliga skulu fáa hægri vøkstur, enn vit høvdu í 2019.
Les samrøðuna við Djóna Højgaard um føroyska búskapin í 2020 í Sosialinum, ið kann lesast á netinum her.