Men tá neyðugi kjansirnir ikki verða skaptir, er trupult at skora, ásannar Hanus Thorleifsson.
- Eg veit ikki, hvat tað er fyri nakað, men vit hava sera trupult við at skapa nakrar møguleikar í dag.
Tit brúka Odmar Færø frammi í álopinum. Er tað ein neyðloysn, meðan tit bíða eftir nýggja enska áleyparanum?
- Bæði og. Vit royndu hetta undir venjing, og tá riggaði tað væl. Men har kemur ikki nóg nógv burtur úr í dag. Og tað má alt liðið sjálvandi taka ábyrgd fyri. Vit tosaðu annars í steðginum um, at vit høvdu bóltin somikið nógv, at møguleikarnir fóru at koma, og tí hildu vit alla tíðina á at trýsta. Men tað verður sjálvandi tungt. Ikki minst, tá teir fáa tvey somikið keðilig mál somikið tíðliga í dystinum, segði Hanus Thorleifsson.
-mørk