Fyrsta mars skuldu allir skúlaleiðarar sambært reglugerðini fáa at vita, hvussu nógvar sertímar skúlin fær til komandi skúlaár.
Hetta er ásett í reglugerð, fyri at tað skal bera til hjá skúlaleiðarum og lærarum at leggja komandi skúlaár til rættis í góðari tíð.
Men enn hava skúlaleiðararnir ikki fingið skrivligt at vita, hvussu nógvar sertímar, skúlin fær. Hetta ger, at teir illa fáa lagt eitt gott skúlár til rættis.
Niels Nattestad er leiðari fyri Venjingarskúlan í Havn. Hann er farin at leggja tímatalvuna fyri næsta skúlaár til rættis. Men arbeiðið er steðgað upp, tí hann hevur ikki vitað, hvussu nógvar sertímar hann fær, og tískil hevur hann heldur ikki vitað, hvussu nógvum lærarum, hann hevur brúk fyri.
Eftir at hava rykt hjá Sernámsdeplinum fekk Niels Nattestad mánadagi eina munnliga tilsøgn um, hvussu nógar tímar hann fær. Men av tí, at tilsøgnin er munnlig, torir hann ikki at leggja skúlaárið til rættis eftir henni.
? Hendan støðan er óhaldbar. Hetta er triðja árið á rað, at vit ikki fáa tímatalið at vita. 15 september skulu allir lærarar lata inn eina ársætlan fyri komandi skúlaár. Men hesa ætlan fáa teir ikki gjørt, tá vit ikki fáa tímatalið at vita, sigur Niels Nattestad.
Skúlastjórin fyri Venjingarskúlan heldur, at trupla støðan hongur saman við, at politiski myndugleikin als ikki raðfestir fólkaskúlan.










