Fáa ikki endurgjaldskrav fyri at blokera Fíggjarmálastýrið

Landsstýrið fer ikki at gera álvara av hóttanini um at senda Starvsmannafelagnum krav um endurgjald fyri at blokera fíggjarmálastýrið undir tí drúgva verkfallinum í fjør

Verkfallið hjá Starvsmannafelagnum í fjør fer ikki at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri fakfelagið.

Nú er tað nevniliga greitt, at Landsstýrið fer ikki at gera álvara av hóttanini um at krevja endurgjald fyri tær blokadur, sum limir í starvsmannafelagnum settu í verk ímóti fíggjarmálastýrinum úti á Argjum, og ímóti umsitingini í Tinganesi, í sambandi við tað drúgva verkfallið seinasta vár.

Í sambandið við verkfallið, stóðu fólk í fleiri dagar frammanfyri úthurðunum í Fíggjarmálastýrinum og forðaðu fyri, at starvsfólki har slapp til arbeiðis.

Av og á var eisini umsitingin hjá Landsstýrinum í Tinganesi blokerað.


Hóttu við endurgjaldskravi

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum var sera misnøgdur um hetta.

Hann segði, at blokadurnar vóru ólógligar og hann boðaði meiri enn einaferð frá, at tá ið verkfallið var av, fór Fíggjarmálastýrið at krevja endurgjald fyri tann miss, sum hevði staðist av, at Starvsfólkið ikki var sloppið til arbeiðis.

Tá ið verkfallið so var av, boðaði hann eisini frá, at hann hevði biðið teir ymsu partarnir í almennu umsitingini gera skaðan upp, sum blokadurnar høvdu kostað, og at hesar uppgerðirnar skuldu vera grundarlagið undir einum endurgjaldskravi ímóti Starvsmannafelagnum.


Kravið slept

Men nú er tað greitt, at Starvsmannafelagið fer ikki at fáa nakað endurgjaldskrav frá Landsstýrinum.

Tí Karsten Hansen viðgongur nú, at endurgjaldskravið er slept.

Hann sigur, at hann kann ikki gera annað, enn at ásanna, at hann noyðist at sleppa endurgjaldskravinum.

?Eg má viðganga, at politiskt fæst ikki undirtøka fyri at leggja endurgjaldskrav, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Hann sigur, at tað er ikki minst hansara egnu flokspolitisku partamenn í tjóðveldisflokkinum, sum eru ímóti at endurgjaldskravið verður lagt.

Men sjálvur ivast hann ikki í, at tað hevði verið rætt at lagt endurgjaldskrav.

? Stóð tað til mín er tað ongin ivi um, at vit høvdu reist endurgjaldskrav.

? Tó má eg eisini viðganga at eg skilji teir væl á ein hátt.

?Men hinvegin, so mugu vit taka tøk av og á. Og fyri meg hevði hetta verið ein spurningur um at seta mørk, og, hvør skal seta hesi mørkini, sigur Karsten Hansen.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fakfeløg verða hótt við endurgjaldskravi, tá ið tey fara í verkfall.

Tað hendir næstan hvørja ferð. Men tað er ongantíð blivið til meiri enn til hóttanina, tí hvørja ferð, verkføllini hava verið av, eru endurgjaldskrøvini eisini slept.

Vit spurdu Karsten Hansen um hetta ikki er eitt veikleikatekin frá almennum og privatum arbeiðsgevarum og um hetta ístaðin ikki júst er ein ábending til fakfeløgini um, at tey hava fullkomiliga fríar ræsur, tá í ósemjur eru á arbeiðsmarknaðinum.

? Jú, tað kanst tú siga, sigur Karsten Hansen.

Leiðslan í Starvsmannafelagnum hevur frá fyrsta degi tikið endurgjaldshóttanina púra róliga.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins, hevur altíð sagt, at felagið hevur onki við blokadurnar at gera, men at tær vóru eitt tiltak, sum limirnir sjálvir høvdu funnið upp á, uttan stuðul frá Starvsmannafelagnum.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.