Tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, skulu landsstýrisfólk og almennir stovnar ikki so mikið sum royna at biðja um meiri pening til ávís øki, uttan at spara líka nógv á onkrum øðrum øki. Hetta er greiði boðskapurin frá meirilutinum í fíggjarnevndini.
Fyri einum góðum tíma síðani legði fíggjarnevndin álit fram um fíggjarlógina fyri næsta ár.
Samgongan í fíggjarlógini staðfestir, at tað eydnaðist ikki at seta partar av
ólavsøkupakkanum í verk, so at tað kundi síggjast aftur á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Teir størstu postarnir eru inntøkutrygdin upp á 42 milliónir og nýggja pensjónsskipanin upp á 25 milliónir og tær 67 milliónirnar eru so funnar aðrastaðni
Í stuttum ber tað í sær, at allar rakstrarjáttanir lækka 2%, uttan heilsuverkið og aðrir stovnar við vaktarskipan, sum lækka 0,75%.
Meirilutin í Fíggjarnevndini leggur stóran dent á, at tað er sera umráðandi at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum.
- Tí verður áherðsla løgd á, at tað áliggur landsstýrinum og stovnsleiðarum tess at tryggja, at játtanin heldur alt árið, og at ikki pláss er fyri eykajáttanum.
- Tí kann tað ikki nóg kraftiga undirstrikast, at eykajáttan, sum førir til meirútreiðslu fyri landskassan, ikki verður givin, sigur meirilutin í fíggjarnevndini.
Annars vísir uppskotið hjá meirilutanum, at hallið á fíggjarlógini næsta ár hækkar úr 767,7 milliónum, sum landsstýrið hevði skotið ætlað, upp í til 779,5 milliónir. Men av hesum økta hallinu, stava 21,2 milliónir frá tí, at nýggjastu inntøkumetingarnar vísa, at inntøkurnar næsta ár verða tað lægri.









