Fáa ikki allan farmin við

Smyril Line umhugsar nú at sigla tveir túrar til Danmarkar um vikuna. Orsøkin er, at farmurin er so nógvur, at skipið ikki rúmar honum

Vetrarsiglingin hjá Norrönu millum Føroyar og Danmark er byrjað, og nóg mikið er at flyta. Í gjárkvøldið skuldi Norröna regluliga túrin um vikuna til Danmarkar. Tá Sosialurin tosaði við farmadeildina hjá Smyril Line, var ivasamt um allur farmurin slapp við um kvøldið. Tískil verður umhugsað at sigla ein túr afturat um vikuna, í hvussu so er tá hetta gerst neyðugt.

Heðin Joensen á farmadeildini sigur, at talan verður ikki um nakran túr afturat hesa vikuna, men tað er væl hugsandi, at siglt verður ein túr afturat í næstu viku.

Orsøkin til, at Smyril Line hevur so nógvan farm at flyta júst nú sigt vera, at ymisku alibrúkini kring landið eru í ferð við at drepa stórar mongdir av laksi, og veksur trýstið á flutningsfyritøkurnar sjálvsagt, tá allur laksurin verður útfluttur.


Betra um góðskuna

Fyri at varveita góðskuna á køli og frystivørunum so væl sum til ber, hevur Smyril Line gjørt avtalu við ein tøkning úr Danmark, sum kemur upp til Føroya í næstu viku at hava frálæru í, hvussu kølimaskinurnar á trailarunum best verða innstillaðar og hvussu trailararnir skulu handfarst. Tað er nevniliga ógvuliga týdningarmikið fyri góðskuna á flutta fiskinum, at kølimaskinurnar eru rætt innstillaðar.

Ætlanin er, at tøkningurin skal hava frálæru fyri viðkomandi starvsfólkum hjá SL, fyri teimum, ið koyra trailararnar hjá Smyril Line, og fyri starvsfólkum á ymisku fiskavirkjunum. Á virkjunum verður serliga hugsað um tey, ið hava ábyrgdina av góðskuni av bæði innfluttum og útfluttum vørum.

Farmadeildin hjá Smyril Line ivast onga løtu í, at hetta fer at betra munandi um góðskuna av útflutta fiskinum, tá hann er frammi hjá keyparanum.

Norröna siglir hvørt hóskvøld av Havnini við kós móti Hanstolm.