Fáa hjálp til at gera skaðarnar aftur

Bæði í Hvalba og í Húsavík fara kommunurnar at fáa nakað av stuðuli til at umvæla skaðarnar, sum hendur í ódnarveðri fyri einum góðum ári síðani, ella um mánaðarskiftið februar og mars í fjør.

Báða staðni vóru skaðarnir umfatandi og hesa vikuna hevur borgarstjórin í Hvalba skrivað undir sáttmála um at gera skaðarnar aftur. Tað er mett at kosta 8,7 miliónir at umvæla sjálvan skaðan, men tað er minni enn helvtin av tí, tað upprunaliga varð mett at kosta.

Eisini í Húsavík hendi stórir skaðar og Landsverk hevur mett, at tað fer at kosta einar níggju milliónir at umvæla teir.

Nú hevur Jørgen Niclasen lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at játta meiri pening til ymisk endamál. Í hesum sambandi vísir hann eisini til skaðarnar í Húsavík og í Hvalba, og hann biðjur nú Løgtingið játta tvær milliónir, sum skulu brúkast í stuðuli til kommunurnar at gera skaðarnar aftur fyri.