Fyrstu sjey mánaðirnar í ár útfluttu Føroyar 37.945 tons av alilaksi. Hetta var ein vøkstur á 20 prosent samanborið við somu tíð í fjør.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Øki útflutningurin og betri prísur gera, at inntøkurnar av útflutninginum av alilaksi vuksu heili 37 prosent.
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár útfluttu alifyritøkurnar alilaks fyri næstan tvær milliardir krónur – og tað er ein vøkstur á góðar 500 milliónir krónur.










