Fáa fullan stuðul

Dagrøktarmammurnar í Kollafirði fáa fullan stuðul frá starvsfeløgum sínum kring landið.

Tað er úrslitið av einum fundi, sum Føroya Arbeiðarafelag kallaði allar dagrøktarmammur í landinum inn til mikukvøldið.

Á fundinum, sum var í Kollafirði, møttu dagrøktarmammur úr teimum plássum í landinum, Føroya Arbeiðarafelag hevur lokalfeløg.

Á fundinum varð ein yvirlýsing samtykt, har sagt verður, at dagrøktarmammurnar í Kollafirði fáa fullan stuðul í stríði teirra at fáa í lag sáttmála við Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag.

? Samstundis krevur fundurin, at kommurnar, har arbeiðsfólkið er skipað í lokalfelag hjá Føroya Arbeiðarafelag, virða rættin hjá dagrøktarmammunum at verða limir í lokalfelagnum á staðnum, og at kommunurnar gera sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag um lønar- og starvssetanartreytirnar hjá dagrøktarmammunum, stendur í yvirlýsingini, sum varð samtykt.

?Fundurin mótmælir eisini harðliga royndunum hjá einstøkum kommunum at skapa spjaðing í fakfelagsrørsluni við at royna at tvinga limir í lokalfeløgunum í FA at gerast limir í øðrum fakfelag.

?Tað skuldi verið ein menniskjarættur at dagrøktarmammurnar fáa skipaði lønar- og starvsviðurskifti, eins og allir aðriur starvsbólkar í landi okkara, stendur at enda í yvirlýsingini.