Fáa framvegis makrel í føroyskum sjógvi

Øll tey stóru føroysku uppsjóvarskipini liggja framvegis á makrelinum eystur móti markinum til ES-sjógv. Hetta merkir, at makrelveiðan í føroyskum sjógvi í ár longu nú hevur hildið sær væl longri enn seinasta ár, tá skipini góvust at fiska stutt eftir 20. september.

Eyðun Rasmussen, reiðari á Norðborg, sigur við Portalin í morgun, at verksmiðjuskipið Norðborg, sum nú hevur roynt í eina viku, hevur hálva last - ella eini 700 tons av lidnari vøru.

- Teir fyrstu dagarnar á hesum túrinum høvdu skip og manning góðan fiskiskap, men í gjár var lítið at fáa. Í morgun havi eg ikki tosað við skipið, og tí veit eg ikki, hvussu hesin dagurin fer at eydnast.

Hann sigur, at skipini royna ikki heilt eystur móti markinum móti ES-sjógvi, men nakrar fjórðingar inni í føroyskum sjógvi.

- Vit fara at royna so leingi, sum kvota er eftir, og makrelur er at fáa. Enn eiga vit kvotu, og líkt er til, at makrelveiðan í føroyskum sjógvi ikki er av enn.

Eyðun Rasmussen vísir á, at ógjørligt er at siga, hvussu verður teir næstu dagarnar.

- Í øllum førum kunnu vit nú staðfesta, at vertíðin hevur hildið væl longri í ár enn í fjør, sigur reiðarin á Norðborg.