Fáa flogvøllin í verandi líki

Føroyingar kunnu yvitaka flogvøllin uttan trupulleikar. Men danir útbyggja hann ikki fyrst. Hetta er úrslitið av samráðinginum mánadagin millum landsstýrismannin við samferðslumálum og danska ferðslumálaráðharran

 

Tað stendur føroyingum frítt at yvirtaka flogvøllin í Vágum, nær tað skal vera.

 

Hetta vóru boðini frá danska ferðslumálaráðharranum, Jacob Buksti, tá hann í gjár hitti Bjarna Djurholm, landsstýrismann á fundi í Keypmannahavn um yvirtøku av flogvøllinum.

 

 

 

Vilja ikki byggja út

 

Men danski ferðslumálaráðharrin gjørdi samstundis greitt, at spurningurin um at útbyggja flogvøllin ikki kemur upp á tal í samráðingunum um at yvirtaka hann.

 

? Eg fekk at vita frá danska ferðslumálaráðharranum, at vit kunnu fáa flogvøllin, tá vit ynskja tað. Men spurningurin um at byggja hann út fyrst, er ein samráðingarspurningur millum landsstýrið og danska fíggjarmálaráðharran ella forsætisráðharran. Danir teingja hendan spurning á ein hátt saman við búskaparligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark annars, segði Bjarni Djurholm við Sosialin beint eftir samráðingarnar mánadagin.

 

 

 

Fáa eisini myndugleikan

 

Bjarni Djurholm og Jacob Buksti tosaðu eisini um møguleikan fyri, at føroyingar taka yvir loftferðslumyndugleikan. Og eisini her var danski ferðslumálaráðharrin sinnaður at finna eina loysn.

 

? Eg fekk at vita frá danska ferðslumálaráðharranum, at hann er sinnaður at samráðast um, at vit yvirtaka loftferðslumyndugleikan. Og hann var eisini sinnaður at finna eina loysn, so vit fáa neyðuga førleikan. Jacob Buksti sá onga politiska forðing fyri yvirtøkuni, segði Bjarni Djurholm beint eftir fundin í danska ferðslumálaráðnum í gjár.

 

Sambært Bjarna Djurholm var fundurin við Jacob Buksti ein sera postitivur og greiður fundur.