Vanliga fáa amerikanarar av sponskum uppruna fleiri børn enn hinir amerikanararnir, men hendan myndin er broytt tey seinastu árini, og búskaparkreppan fær skyldina.
Í fjør fingu amerikanararnir av sponskum uppruna minni enn eina millión børn, og tað var 11 prosent færri enn í 2007. Hinvegin fáa aðrir amerikanarar næstan líka mong børn nú sum fyri fýra árum síðani.
Myndugleikarnir halda, at kreppan við minkandi inntøkumøguleikum hevur gjørt, at teir sponsku amerikanararnir velja at fáa sær færri børn nú enn undan kreppuni.