Fáa fýra ferðir so nógv aftur

Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum í Føroyum, heldur enn at senda føroysk lið út í heim at kappast.

 

Tað vísa útrokningar hjá ÍSF, sigur Petur Elias Petersen, forseti, á aðalfundinum í felagsskapinum í gjár.

 

Útrokningar eru grundaðar á tvær altjóða kappingar, sum Flogbóltssamband Føroya skipaði fyri í fjør.

 

- Útrokningarnar vísa greitt, at tað loysir seg fyri føroyska samfelagið at stuðla føroyskum ítrótti at fyriskipa altjóða ítróttartiltøkum í Føroyum.

 

- Tá ið kappingin verður fyriskipað í Føroyum, fær føroyska samfelagið ágóðan av, at nógvar tænastur verða keyptar í Føroyum í sambandi við kappingina, bæði hotell, flogferðaseðlar til Føroya, prentlutir, heiðursmerki, flutningur innanlands, hallarleiga og annað.

 

Harafturat er tað við at førleikamenna føroyska fyriskiparar.

 

- Tá í føroysk ítróttarfólk hinvegin far av landinum til kappingar, er tað bert gjaldið fyri flogferðirnar hjá føroyska landsliðinum, sum liggur eftir í Føroyum.

 

Ú?trokningar vísa, at verða kappingar fyriskipaðar í Føroyum, kastar tað um fýra ferðir so nógv av sær til føroyska samfelagið, sum tá ið føroysk landslið fara uttanlands til somu kapping, sigur Petur Elias Petersen.

 

Í hesum sambandi vísir hann á, at einir føroyskir oyggjaleikir, høvdu uttan iva kastað nógv av sær til føroyska samfelagið.

 

- Stóri hópurin av luttakarum skal ferðast til Føroya, her hann skal bæði gista og eta.

 

Samstundis mugu tær msu ítróttagreinarnar førleikamenna seg í at fyriskipa og at døma.

 

Men eisini reint ítróttarliga vísa royndir, at ung ítróttafólk flokkast til venjingar, tá ið tey síggja sær ein møguleika at umboða sítt móðurland.

 

Hann heldur, at átaka Føroyar sær at skipa fyri oyggjaleikunum aftur, kann føroyskur ítróttur vænta sær stóra tilgongd av íðkarum.

 

- Oyggjaleikirnir eru eisini gylt høvi hjá lands- og kommunalum myndugleikum at endurnýggja ítróttaverkløgini, so at tey lúka nýggjastu treytirnar, leggur hann afturat.