Fáa enn ein møguleika at søkja

Tað hava møguliga verið nøkur stressað fólk, sum í gjárkvøldið royndu at senda teirra umsókn til útbúgvingar á Setrinum umvegis Kvotu 2, áðrenn freistin var úti á midnátt.


Fróðskaparsetur Føroya boðar nevniliga frá, at tekniskir trupulleikar vóru við skipanini í gjár.


Tað er tó eingin orsøk at falla í fátt, tí avgjørt er at leingja um freistina, soleiðis at tey, ið høvdu trupulleikar, og tey, ið bara vóru ov sein, fáa ein nýggjan møguleika.


Nýggjan freistin er nú mikudagin 20. apríl á midnátt.