Fáa eitt skotbrá afturat

Politikarar, sum krevja, at ein skipan verður funnin, so at Strandferðslan verður frítikin fyri arbeiðssteðgir, fáa eitt skotbrá afturat, tí samráðingarnar, sum skuldu vera í hesi løtu, eru útsettar

Strandferðsla og arbeiðssteðgir

Teir politikarar, sum krevja, at ein skipan verður funnin, so at Strandferðslan verður undantikin fyri arbeiðssteðgir, fáa eitt skotbrá afturat, tí samráðingarnar, sum skuldu vera í hesi løtu, eru útsettar.
Tað verða nevniligan ongar samráðingar fyribils ímillumFíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið um sáttmálar fyri teir maskinmeistarar, sum arbeiða hjá tí almenna.
Talan er um sáttmálarnar hjá maskinmeistarunum við Strandferðsluni, teimum sum arbeiða hjá tí almenna á landi, teimum við Magnusi Heinasyni og so teimum, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni.
Sáttmálin gekk út 30. september, men varð longdur til í kvøld. 31. oktober.
Men Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at felegið fer at biðja um at fáa hann longdan í tríggjar vikur afturat.
Tað er samstundis sum sáttmálin hjá Skipara- og Navigatørfelagnum er longud til , men tað er av tilvild, sigur Jógvan Nybo.
Durita Tausen, sum stendur fyri samráðingunum í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at sáttmálarnr verða longdir av sær sjálvum, til samráðingar verða.