Fáa eisini positivar afturmeldingar

Tá ið sendingarnar hjá Paul Watson, Whale Wars Viking Shores vórðu sýndar, fingu bæði ferðaráðið og landsstýrið óteljandi brøv frá óðum amerikanarum.

Men tað komu eisini nøkur brøv frá fólki, sum søgdu seg hava fingið eyguni upp fyri, hvør Paul Watson, og tey skrivaðu eisini, hvussu vakrar tey hildu Føroyar vera.

- Hetta er nýtt, men vit kunnu ikki gera nakra niðurstøðu, tí tey brøvini eru fá, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í ferðaráðnum. Tey fólkini fáa øll svar, og ferðaráðið sendir teimum kunnandi tilfar um Føroyar.

Hinvegin heldur hon ikki, at sendingarnar hjá Paul Watson hava skatt ferðavinnuna, tí tað koma so fáir amerikanarar til Føroya at ferðast.