Hóast íslendsku hondbóltshetjurnar taptu OL-finaluna móti Fraklandi, so fáa teir kortini gull. Íslendska stjórnin hevur nevnliga gjørt av, at landsliðsspælararnir skulu heiðrast við sonevnda falka-ordaninum. Falkurin sjálvur er úr silvurið, men hann hevur gylta rond, og soleiðis fáa spælararnir hóast alt nakað av gulli.