? Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at djúpvatnstrolararnir verða verandi í flotanum (sí greinina omanfyri). Tí teir skapa nógv størri virði fyri samfelagið, enn tær 14 milliónirnar, teir fáa í stuðuli.
Bogi Mortensen reiðari, sigur, at fyri at geva eina ábending um, hvussu stóran týdning teir 12 lemmatrolararnir hava, kann nevnast, at teir fiska eini 13.000 tons um árið.
? At kalla alt verður avreitt og virkað í Føroyum, og tað er næstan bara í Vágum og Suðuroy at teir avreiða.
Hetta gevur eitt avreiðingarvirði uppá einar 120 milliónir.
Av hesum verða goldin eini 40% í hýrum og beinleiðis lønum. Hetta eru einar 40 milliónir. Av teimum verða einar 15-20 milliónir goldnar í statti.
? Siga vit, at miðalúrtøkan er 40%, svarar hetta til 5.200 av lidnari vøru, sum hevur eitt útflutningsvirði uppá einar 150 milliónir.
? Raksturin av skipunum skapar eisini ein innfluting.
? Skipini brúka fyri einar 20 millionir í olju, 10 milliónir í reiðskapi og 4 milliónir í provianti. Uppi í hesum tølum er vinningur til tey, sum selja og lønir til tey, sum arbeiða. Runt roknað gevur hetta virksemið eina lønarútgjalding uppá 10-11 milliónir. Men afturat tí koma trygging, havnagjøld, grannskoðing o.s.fr.
Tey 13.000 tonsini, sum verða avreitt í Føroyum, skapa eina beinleiðis løn á fiskavirkjunum uppá einar 20 milliónir. Hetta gevur ein skatt uppá umleið. 7 milliónir.
Sostatt skapa hesi skipini eitt lønarútgjald uppá 70 milliónir og burtuarav tí, fáa land og kommunur einar í 25-30 milliónir í skatti.15 fólk eru knýtt at hvørjum skipi. Talan er sotatt um 180 arbeiðspláss á sjónum og inntøka til 180 heim. Á landi er talan um minst líka nógv arbeiðspláss.
Sostatt eru tað eini 400 arbeiðspláss, sum standa og fella við íløgustuðulinum. Og so skal leggjast afturat, at teir fiska bara fiskasløg, sum annars ikki verða fiskað og koma til høldar.
? Øll hesi arbeiðspláss og øll hesi virði kunnu bjargast, um landið letur 14 milliónir í íløgustuðuli í 3-5 ár afturat, tí so klára skipini seg sjálvi, sigur Bogi Mortensen.