Fáa eina millión í endurgjaldi

Tórshavnar Býráð hevur nú góðtikið og samtykt at gjalda MAP arkitektum eina góða millión í endurgjaldi í kjalarvørrinum á byggigøluni um nýggja skúlan í Kollafirði. Endurgjaldið verður goldið fyri tap, sum arkitektarnir hava havt av at byggitíðin varð so nógv longri enn ætlað.

Tórshavnar Kommuna og MAP arkitektar hava tingast aftur og fram um endurgjaldskravið og tað endaði við eini semju uppá slaka 1,1 millión, sum nú verður útint.

Endurgjaldið skal rindast av játtanini, sum er sett av til íløgur næsta ár