Fáa brúk fyri níggju milliónum afturat í ár

Strandferðslan fær brúk fyri stórari eykajáttan fyri at fáa ráð til at leiga hóskandi avloysaraskip fyri Smyril í vetur

Suðuroyarsiglingin

Skal Strandferðslan fáa ráð til at leiga avloysaraskip fyri Smyril í vetur, má hon fáa eina eykajáttan upp á umleið níggu milliónir í ár.
Stabilisatorararnir á Smyrli virka ikki sum teir skulu, men fyri at kunna flyta tungan flutning í ringum veðri í vetur, er tað ein treyt, at teir verða gjørur aftur. Men av tí, at Smyril er so gamal, skulu eykalutirnir gerast serstakt til Smyril, og tí verður Smyril lagdur í september ella oktober og verður ikki í sigling aftur, fyrenn í februar ella mars, soleiðis sum útlitini nú eru.
Skal flutningurin til Suðuroyar í vetur varðveitast á sama støði sum nú, verður tað tískil neyðugt hjá Strandferðsluni at leiga skip í allan vetur.
Men fyri at fáa ráð til tað, krevst ein eykajáttan
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslu, sigur, at ein meting vísir, at Strandferðslan fer at fáa brúk fyri umleið níggju milliónum afturat í ár, skal hon hava pening til at leiga eitt skip fyri, sum er minst á sama støði sum Smyril, samstundis sum umvælingarnar verða gjørdar á Smyrli.
Harafturat verður brúk fyri eini játtan næsta ár, men hon verður minni.
Men hann vísir samstundis á, at tølini skulu takast við størsta varsemi, tí hendan upphæddin er ásett fyri at binda um heilan fingur.
?Leitað verður eftir eykalutum og tað kann vera, at tað hepnast at finna teir, so at tað ikki verður neyðugt at gera teir og so verðuir leveringstíðin munandi stytri.
Tað skilst kortini, at sannlíkindini fyri tí, eru ikki serliga stór.
Men skuldi tað eydnast, kann umvælingin fáast frá hondini skjótari.
Tað kann eisini vera, at tað verður bíligari at leiga eitt skip, enn mett.
Gongur tað tískil eftir vild, verður rokningin ikki so stór.
Bjarni Djurholm sigur, at hansara tilmæli er, at sambandið ímillum Suðuroynna og Havnina ikki skal vera verri enn taðå er nú, hvørki hvat viðvíkur umstøðunum hjá ferðafólki, ella møguleikunum fyri at flyta tungan flutning.
Tí fer hann at mæla Landsstýrinum til at játta neyðuga peningin og so vónar hann, at tað fer at eydnast Strandferðsluni at finna tað rætta skipið.