Haldarar, sum ikki fingu Sosialin í dag, fáa hann saman við blaðnum í morgin. - Ein misskiljing er hend millum okkum og Postverkið, verður sagt at Prentmiðstøðini
- Her er hend ein misskiljing millum okkum og Postverkið, og eg dugi ikki at siga, hvør hevur ábyrgdina av tí, men úrslitið varð, at fleiri av haldarunum ikki fingu bløðin í dag, sigur Hallstein Sigurðsson, sum hevur ábyrgdina av útbreiðsluni av bløðunum á Prentmiðstøðini.
Prentmiðstøðin ber sjálv ein stóran part av bløðunum út, men til nakrar bygdir ? og til Sandoynna og Suðuroynna er tað framvegis Postverkið, sum ber bløðini út.
- Vit fara nú at gjøgnumganga allar mannagondir, so slíkt ikki skal endurtaka seg, sigur Hallstein Sigurðsson á Prentmiðstøðini.










