Fáa betri kunning

Stjórin á Visit Tórshavn ásannar at húsvognar vera tilvildarliga parkeraðir.

Stjórin á Visit Tórshavn er varug við tilvildarligu parkeringina hjá húsvognunum í Havn, men metir ikki, at tað er vegna ov fá kampingpláss.

 

- Trupulleikin er, at tey koma seint, og stilla seg bara onkrastaðni, og ikki tíma at rinda fyri bara ein dag. Vit eru til staðar tá ið tey koma, og tey tíma ikki at rinda, tá ið náttin longu er vælliðin, sigur Theresa T. Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn.

 

Les eisini: Kamping ikki stórur trupulleiki

 

Hon harmast, at fólk ikki eru raskari at seta seg á kampingøkini, tí tey eru rættiliga ódýr.

 

- Men kanska hava vit ikki verið nóg dugnalig við kunningini. Vit eru í ferð við at gera ein faldara saman við Smyril Line, sum vónandi verður tøkur næsta ár, sigur hon.