Fáa bara hjálp í vanligari arbeiðstíð

- Kemur ongin broyting í, verður nú ongin djóralækni til taks at hjálpa kelidjórum og nyttudjórum uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Eftir fíggjarlógini fyri næsta ár, sum samgongan hevur lagt fyri Løgtingið, verður játtanin til djóralæknatænastuna nevniliga tikin av á nýggjárinum.

Hetta er ein játtan til tey, sum hava brúk fyri djóralækna uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Peningurin verður brúktur til at løna djóralæknum fyri at hava vakt uttanfyri vanliga arbeiðstíð og til ferðing runt landið til dýr, sum hava brúk fyri hjálp.

Men verður játtanin tikin av, fara djóralæknar ikki at ganga vakt eftir nýggjár, sigur Lars Mohr Nielsen, djóralækni.

Tað merkir, at tá fer bara at bera til at fáa fatur á djóralækna gerandisdagar í vanligari arbeiðstíð.

Uttanfyri vanliga arbeiðstíð verður sostatt ongin djóralækni tøkur at hjálpa djórum, sum verða sjúk, ella fáa skaða, hvørki kelidjórum, ella seyði, neytum ella øðrum nyttudjórum.

Skuldi tað eydnast tað at fingið fatur í einum djóralækna og hann skal ferðast at hjálpa einum djóri, skal tann, sum bíleggur djóralæknan rinda fullan prís frá tí, at djóralæknin fer úr Havn, til hann er heima aftur.

- Tað verður so dýrt, at tað er óhugsandi, at nakar fer at hava ráð ella hug til tað, sigur Lars Mohr Nielsen.

Hann sigur, at fær ein kvíga ikki kálvað, fær ein tík ikki lagt, ella verður ein hundur yvirkoyrdur og brýtur beinið uttanfyri vanliga arbeiðstíð, er bara eitt medisin og tað er byrsukúlan.

- At lata dýrið liva og bíða til djóralæknin er tøkur aftur, er brot á djóraverndalógina, tí eftir lógini er tað ólógligt at lata dýr líða óneyðugt, sigur Lars Mohr Nielsen.

Hann sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv teir hava at gera í vaktunum uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

- Summar vaktir hava vit næstan onki at gera, men aðrar tíðir liggja vit flatir alla tíðina úr Sumba til Viðareiðis at hjálpa kúm, rossum og øðrum.

- Verður játtanin tikin av, verður tað eitt stórt bakkast fyri øllum sum hava dýr, ikki bara bøndur, men eisini øll tey, sum hava kelidjór, sigur Lars Mohr Nielsen.

Her skal kortini leggjast afturat, at tá fíggjarlógin var til viðgerðar, reisti Jenis av Rana spurningin og tá svaraði Johan Dahl, landsstýrismaður, at hetta var ein trupulleiki, sum skuldi loysast.

So má tíðin vísa, hvat úrslitið verður....