Í gjáramorgunin ringdu fólk á Trøllanesi til løgregluna at boða frá, at tveir mans vóru í bygdini, har teir flugu við dronu uppi yvir húsunum.
Tað eru ávísar reglur fyri dronuflúgving, og í hesum sambandi er ikki loyvt at flúgva í bygdum øki, ella ímillum hús, og heldur ikki uppi yvir mannamúgvum, o.s.fr., uttan at hava fingið eitt serligt loyvi til tað frá Trafikstyrelsen í Danmark.
Í hesum føri var talan um tveir útlendingar, men tá ið teir komu aftur til Klaksvíkar, stóð løgreglan fyri teimum. Løgreglan sigur, at teir høvdu dronuprógv, men teir høvdu ikki boðað frá, at teir fóru at flúgva við dronu, og harafturat flugu teir í bygdum øki, sum teir ikki hava loyvi til. Løgreglan sigur, at nú er málið tikið upp, og tað fáa teir so ein bót fyri.