Dagurin í dag er ein merkisdagur í Vági.
Fiskavirking hevur leingi arbeitt við at lata stóra flakavirkið í Vági upp aftur og í dag skulu maskinurnar roynast á fyrsta sinni av álvara.
Sostatt tykist tað sum ein endi er fingin á einum meiri enn 10 ára longum skeiði við turrum gólvi á flakavirkinum í Vági-burtursæð frá tíðini, tá ið Heri Hjelm arbeiddi nógvan laks á virkinum, men tað vardi ikki so leingi.
Annars hava vágbingar alla tíðina trákkast eftir, at Fiskavirking fór at fáa virkið ígongd aftur og teir hava sent áheitan eftir áheitan, bæði á Fiskavirking og á politikarar.
Og einaferð kom so vítt, at Vágs Býráð enntá hótti við at siga leigusáttmálan til grundstykki upp, so at Fiskavirking varð noytt at taka virkið niður.
Serframleiðslur í Vági
Men í heyst kundi vit í Sosialinum fortelja, at Fiskavirking ætlaði at seta fulla ferð á aftur virkið í Vági.
Síðani hevur verið arbeitt við at seta útgerð upp á virkinum í Vági og fyri næstan trimum tveimum vikum síðani varð so spakuliga trýst á startknøttin, við ymsum einføldum framleiðslum.
John Nielsen, leiðari hjá Fiskavirking í Suðuroy, sigur, at higartil hava eini 40 fólk verið til arbeiðis í Vági, men enn eru ymisk viðurskifti eftir at fáa í rættlag, áðrenn full ferð kann setast á.
Seinastu dagarnar hava teir gjørt tillagingar og akkurát í dag er ætlanin at fara royna allar linjurnar og at fara undir tær framleiðslur, sum, ætlanin er at gera á virkinum.
Í morgun segði John Nielsen, at tað hevði gingið hampiliga væl, tó at einstakir byrjunartrupulleiakr vóru.
Og síðani er ætlanin at seta fulla ferð á.
Virkisleiðarin sigur, at tað, sum ætlanin er at gera í Vági, er at góðska upsa til ymsar serframleiðslur. Tað kann vera til portiónur í smáum pakkum.
John Nielsen sigur, at hann væntar, at brúk verður fyri 100-120 fólkum á virkinum í Vági og hann væntar eisini, at talan verður um støðugt arbeiði hvønn dag.
Tað kann eisini verða talan um, at tey fara at arbeiða í tveimum vaktum.
Ikki merkt tørvin
Nú eru tað mong fiskavirki, sum gremja seg um, at tað er so torført at fáa arbeiðsfólk. Hvussu gongur hjá tykkum at manna virkið í Vági?
- Tað er spurningurin. Enn hevur ikki verið torført at fáa arbeiðspláss, men enn hava vit heldur ikki sett fulla ferð á. Hvussu verður við fólki, vita vit ikki, fyrrenn virkið skal vera fullmannað. Men vit vóna at fáa fólk úr allari oynni. Tá ið Hovstunnilin er liðugur skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki, tí tá verður neyvan meiri enn 15 minuttir at koyra av Tvøroyri til Vágs og neyvan meir enn hálvur tími at koyra úr Sandvík, sum er longst burtur. Sostatt skuldi frástøðan ikki verið nakar trupulleiki, sigur John Nielsen.
Hann sigur, at enn hevur ikki verið upp á tal hjá teimum at royna at fáa útlendingar hendavegin. Men hvussu verður við tí veit hann ikki, men enn hava vit so ikki merkt tørvin arbeiðsmegi so enn hevur ongin orsøk verið at royna tann møguleikan.
Hvussu verður so við virkinum á Tvøroyri?
- Tað er ov tíðliga at siga nakað um enn, men tað er eitt mál, sum vit arbeiða við. Vit hava ætlað at brúka tað til at virka gulllaks í, men tað fer so tíðin at vísa, hvussu tað fer at eydnast.
Hví hava tit so flutt framleiðsluna av Tvøroyri, til Vágs?
Tað er bara at hyggja at báðum virkjunum, so gongur sjón fyri søgn. Í Vági hava vit 7000 fermetrar á Tvøroyri hava vit ikki meiri enn slakar 3000 fermetrar. Sostatt er virkið í Vági meiri enn tvær ferðir so stórt sum tað á Tvøroyri. Samstundis er virkið í Vági í væl betri standi.
- Skulu vit hava eitt stórt virkið í Suðuroy at bera seg, eru møguleikarnir nógv betri í Vági, tí virkið er betri í allar mátar, sigur John Nielsen.
- Í Vági fáa vit framleitt heilt aðrar og virðismiklari vørur enn vit fáa á Tvøroyri, tí virkið er betri og rúmligari. Tað, sum umræður, er at virka fiskin so nógv sum gjørligt í Føroyum, fyri at skapa so stóra virðisøking her á landi sum gjørligt, heldur enn at flyta fiskin hálvvirkaðan av landinum og lata virki uttanlands fáa vinningin av virðisøkingini, leggur hann afturat.