Tveir bilførarar, sum løgreglan tók í nátt, fáa nú eina bót upp á 5.000 krónur í part.
Í nátt steðgaði løgreglan nevniliga tveimum bilum á Landsvegnum í Streymoynni. Tað vóru bara nakrir heilt fáir minuttir ímillum, at bilførararnir vórðu steðgaðir. Men felags fyri teir báðar bilførararnar var, at teir høvdu einki koyrikort.
Løgreglan sigur, at báðir bilførararnir høvdu mist koyrikortið eina ferð í tíðini, men teir høvdu ikki fingið upp í lag at taka koyrikortið aftur.
Fyrstu ferð, bilførari við ongum koyrikortið, verður tikin, er bótin 5000 krónur. Men so hækkar bótin so líðandi, so fjórðu ferð, ein bilførari verður tikin fyri at koyra við ongum koyrikortið, er bótin 10.000 krónur. Men fimtu ferð skal bilførarin so í Mjørkadal at sita í eina viku.