Í ár fer landskassin at fáa 110 milliónir krónur inn í vektgjaldi frá teimum, sum eiga bil.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Samgongan hækkaði vektgjøldini á nýggjárinum og nú árið er hálvrunnið, vildi Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvussu tað hevur hilnast.
Kristina Háfoss sigur, at í fjør fekk landskassin 97 milliónir í vektgjaldið og sostatt verður gjaldið 13 milliónir hægri í ár. Av teimum stava einar 10 milliónir frá teimum hækkingum, samgongan setti í verk.
Kristina Háfoss sigur, at ætlanin er ikki at hækka vektgjøldini enn meir. Hinvegin verður arbeitt við eini ætlan, har ein størri partur av vektgjaldinum verður lagt um til umhvørvisgjald.
Men hetta verður bara galdandi fyri bilar, ið verða skrásettir eftir 1. januar, og sostatt verða verandi bileigarar ikki ávirkaðir av hesum
Men tey, sum keypa bil eftir 1. januar. kunnu sleppa bíligari í vegskatti, keypa tey ein umhvørvisvinarligan bil, heldur enn ein bil, sum dálkar illa, sigur hon.









