Eystursjógvurin gerst súrari

Mátingar, sum regluliga verða gjørdar í Eystursjónum, vísa, at sjógvurin gerst súrari og súrari, sum árini ganga Dálking ger meira og meira um seg í Eystursjónum.

Tað staðfesta mátingar, sum gjørdar eru gjøgnum fleiri ára-tíggjur.

Tey, sum standa fyri hesum mátingum, siga, at ph-innihaldið í Eystursjónum minkar, samstundis sum havøkið gerst súrari.

Mett verður, at hetta í fyrsta lagi fer at ganga útyvir føðina hjá fiskinum, sum so aftur verður verri fyri.